Meginúrslitini frá European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs (ESPAD) kanningini í 2024


Henda útgávan tekur samanum meginúrslitini frá sjeynda umfari í kanningini European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs (ESPAD) í 2024, har 113.882 15 og 16 ára gamlir næmingar úr 37 evropeiskum londum luttóku. Henda útgávan leggur dent á 30 ár við kanningum av hættisligum atburði hjá ungum í Evropa og leggur nýggjan og størri dent á sálarliga vælferð og fyribyrging, og ásannar harvið vaksandi týdningin av hesum viðurskiftum at menna heilsuna hjá ungum.
Henda frágreiðingin við meginúrslitum er tøk á 33 málum og er framleidd til at lesa á netinum. Ein drúgvari frágreiðing, ESPAD Report 2024: Úrslit frá European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs (ESPAD), verða kunngjørd í oktobur 2025.
Seinast dagført: 20. mai 2025

Úrslit í høvuðsheitum
European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs (ESPAD) í 2024 markerar 30 ár við kanningum av hættisligum atburði hjá ungum í Evropa við 37 luttakandi londum. Hóast dentur enn er á hugburð og rák viðvíkjandi rúsevnisnýtslu, so leggur henda útgávan størri áherðslu á sálarliga vælferð og fyribyrging, ásannandi vaksandi týdning av hesum viðurskiftum fyri menningini av heilsuna hjá ungum. Eins og atburðurin hjá ungum broytist, so heldur ESPAD á við at útvega umráðandi innlit til leiðbeining av fyribyrging og ráðlegging, sum tryggjar, at svar framhaldandi gera mun og hava týdning.
Hóast afturgongd í rúsevnisnýtsluni, so elva nýggj rák til stúran. Talið av sigarett roykjarum er minkað týðiliga seinastu árátíggju, og talið av roykjarum er hálvera í tíðarskeiðinum 1995–2024. Tíðliga byrjanin heldur fram, tó so, serliga millum gentur, hvørs dagliga royking sum 13 ára gamlar ella yngri er økt seinastu árini. Meðan nýtsla av e-sigarettum er økt munandi millum ung, og talið av tíðliga byrjarum av hesum, umframt dagligt brúk, er eisini hækkað, veldur tvínýtslan av vanligum og elektroniskum sigarettum umframt eitt størri skifti til aðrar nikotinvørur til stúran.
Rúsdrekkanýtsla er eisini minkað við tíðini, har yvirskipað nýtsla og bingjudrekking er lækkað. Henda lækkingin er tó meira sjónsk hjá dreingjum, ímeðan gongdin hjá gentum er meira støðug. Hóast gongdina, so er rúsdrekka enn í stóran mun atkomuligt, og tíðliga byrjan saman við høgu tíðarbundnu rúsdrekkanýtsluni er framvegis ein týðandi trupulleiki í summum økjum.
Kannabis er framvegis mest brúkta ólógliga rúsevnið, hóast talið av lívstíðar útbreiðslu er á sínum lægsta støði síðan 1995. Tó at nýtslan hjá dreingjum er størri, so minkar munurin millum kynini, har gentur í nøkrum førum fara fram um dreingir. Tíðliga byrjan og vandanýtsla eru enn trupulleikar, hóast yvirskipað nýtsla í løtuni (ásett sum innan seinastu 30 dagarnar) er lækkað til 5%, vísir á lækkandi rák yvir tíð. Hugsaða atgongdin er skiftandi, men kannabis er framvegis tað ólógliga rúsevnið, sum er lættast at útvega sær millum næmingar.
Nýtslan av øðrum ólógligum rúsevnum er minkað millum næmingarnar í ESPAD, og munurin millum kynini minkar, hóast nýtslan og atgongdin hjá dreingjum yvirhøvur er størri. Hinvegin, er nýtslan av heilivági at anda í seg hjá gentum vaksandi, og nýtslan av ikki medisinskum heilivági er eisini vaksandi.
Handan rúsevnini, so broytist atburðarváðin. Telduspæl (gaming) er vaksið ógvisligt millum næmingarnar í ESPAD, serliga millum gentur, og tað er ikki longur eitt mannfólkastýrt ítriv, sum er eitt tekin um størri broytingar í talgildum atburði. Hóast luttøkan er økt, er hugsað ivasamt telduspæl støðugt. Stúran av ivasamari nýtsla á sosialum miðlum er harafturímóti økt, serliga millum dreingir, meðan talið hjá gentum framvegis er høgt.
Pengaspæl (gambling) er støðug, men luttøka av hesum á netinum er vaksið nógv. Skaðiligt pengaspæl er næstan tvífaldað, og økingin er týðiligari millum gentur.
59% næmingar í miðal boða frá góðari, sálarligari vælferð. Úrslitini varpa ljós á týðiligar, staðbundnar munir, umframt ójavna millum kynini, har gentur javnt boða frá verri vælferð enn dreingir. Ringastu tølini viðvíkjandi vælferð eru skrásett í londum við stríði og óvissu.
Fyribyrgjandi tiltøk eru vanlig, og flestu næmingar hava tikið lut í hvussu er í einum fyribyrgjandi tiltaki. Rúsdrekka er mest umrødda málið, meðan ólóglig rúsevni og atburðarváðir ikki verða givin eins nógv gætur. Førleikagrundað fyribyrjandi tiltøk, sum leggja dent á samvirknar (interactive) hættir, eru meira vanlig í Vestur- og Suðurevropa. Eitt møguligt evni at leggja dent á til kanningar í framtíðini, kundi verið, um fyribyrgjandi tiltøk kunnu metast at vera vísindalig ella ikki.
Gransking av tilfari
Høvuðspunkt
Royking

Royking av sigarettum er framvegis vanligt millum ung í ESPAD londum, og nærum ein av trimum næmingum hevur roykt sigarettir í minsta lagi eina ferð í lívinum (32% í miðal). Størsta útbreiðslan vísir seg í Ungarn (51%) og Slovakia (46%), meðan nýtslan er lægst í Íslandi (13%) og á Malta (16%). Tað vísir seg, at tað er eitt sindur meira vanligt hjá gentum (32% samanborið við 31% hjá dreingjum). Hetta rákið er greitt í fleiri enn tveimum triðingum av londunum, og størstur munur er í Rumenia (47% ímóti 36%) og Bulgaria (46% ímóti 36%). Hetta rákið er tó øvut í summum londum, serliga í Kosovo (1) (47% hjá dreingjum samanborið við 36% hjá gentum) og Georgia (35% ímóti 24%).
Í miðal boða 15% av ESPAD næmingum frá, at tey hava roykt sigarettir fyri fyrstu ferð sum 13 ára gomul ella yngri. Lutfalsliga eru hægstu skrásetingar í Slovakia (24%) og Kosovo (23%), meðan tær lægstu eru í Íslandi (6.4%) og á Malta (7.1%). Í beint yvir helvtina av londunum er tíðliga byrjan av royking meira vanligt millum gentur, serliga í Bulgaria (23% ímóti 17%). Í londunum, har sannlíkast er, at dreingir byrja á ungum aldri, er gjógvin størst í Kosovo (31% ímóti 16%).
Meira enn helvtin av ESPAD næmingum (55%) halda, at sigarettir eru rættiliga lættar ella sera lættar at fáa fatur á. Henda fatanin er vanligast í Danmark (76%), harnæst í Týsklandi og Noregi (70%). Lægstu skrásetingarnar eru harafturímóti í Kosovo (32%) og Moldova (23%). Dreingir eru sum heild meira sannlíkir enn gentur at halda, at sigarettir eru lættar at fáa fatur á (61% ímóti 50%).
Núverandi sigarettroyking, ásett sum ein, ið hevur roykt seinastu 30 dagarnar, er boðað frá av 18% av næmingum. Tað er mest útbreitt í Kroatia og Ungarn (30%), meðan nýtslan er lægst í Íslandi (4,2%) og Svøríki (8,2%). Núverandi royking er vanligast millum gentur í meira enn helvtina av ESPAD londunum, og størsti munurin millum kynini er skrásett í Bulgaria (34% ímóti 25%) og Rumenia (30% ímóti 22%). Tó er leisturin øvutur í Kosovo (33% ímóti 23%) og Georgia (18% ímóti 9,5%), har talið av dreingjum, ið eru fastir roykjarar, er hægri.
Daglig nýtsla av sigarettum er boðað frá av 7,9% av ESPAD næmingum, og prosenttalið hjá kynunum líkist. Hægstu tølini eru skrásett í Bulgaria og Kroatia (20%), meðan tey lægstu eru í Íslandi (0,8%).
Eitt annað lyklatal er dagliga nýtslan hjá næmingum, ið byrjaðu at roykja á ungum aldri (13 ár ella yngri). Í miðal eru 3,6% av næmingum í hesum bólki, og hægsti prosentpartur er skrásettur í Bulgaria (8,7%).
Tíðarrákið: hvørjar broytingar eru frá 1995 til 2024
Millum fyrstu og seinastu kanningarnar hjá ESPAD er talið av teimum, sum hava roykt onkuntíð í lívinum, støðugt lækkað, frá 68% til 32%. Mest sjónliga lækkingin hendi millum 2019 og 2024 (10 prosentstig). Í eitt tretivuáraskeið var lækkingin meira sjónlig millum dreingir, frá 70% til 30%. Londini við sjónligastu lækkingini eru Føroyar, Írland, Ísland og Svøríki.
Afturgongd er eisini í rákinum av teimum, sum hava roykt seinastu 30 dagarnar, ein lækking frá 33% til 18%, har gongdin er nærum eins hjá dreingjum og gentum. Eitt líknandi mynstur vísir seg í dagligari royking, sum minkaði úr 20% til 8%.
Tó at prosenttalið av dagligum roykjarum, sum eru 13 ár ella yngri, eisini er minkað yvir trý áratíggju (frá 10% í 1995 til 3,6% í 2024), so vísir ein samanburður millum tøl frá 2019 og 2024 eina lítla hækking (pluss 0,6%). Við tað at útbreiðslan millum dreingir er óbroytt í teimum báðum seinastu kanningum, so stavar henda hækkingin av, at prosenttalið millum gentur er farið úr 2,5% upp í 3,6%, ið váttar øktu nýtsluna hjá gentum í nærum øllum roykimynstrum, sum eftirlit hevur verið við.
Tvínýtsla
Hóast royking av sigarettum er mest vanliga slagið av tubbaksnýtslu, so er neyðugt eisini at hugsa um aðrar umtóktar vørur fyri at fáa eina betri heildarmynd av samlaðu nýtsluni av nikotini. Um hugsað verður um bæði sigarettir og e-sigarettir, so er nýtsla onkuntíð í lívinum vaksin frá 32% til 47% við serliga stórum skrásettum vøkstri í Kekkia og Estlandi. Núverandi nýtsla er vaksin úr 18% til 28%, og vøksturin er serliga sjónligur millum gentur, bæði í núverandi nýtslu og nýtslu onkuntíð í lívinum.
Tá hugsað verður um dagliga tvínýtslu, hækkar útbreiðslan úr 7,9% til 14% (15% hjá gentum samanborið við 12% hjá dreingjum), og tað kemur oftari fyri í Bulgaria og Ungarn (25%).
Daglig nýtsla, sum er byrjað á ungum aldri, vísir eisini á eina týðiliga hækking, tá hugsað verður um tvínýtslu, úr 3,9% til 6%. Í hesum føri er størsti vøksturin skrásettur í Litava og Estlandi, har tað aftur er sjónligari millum gentur.
Nýtsla av e-sigarettum
Í miðal hava 44% av næmingum í ESPAD londum boðað frá, at tey hava roynt e-sigarettir í minsta lagi eina ferð í lívinum, og útbreiðslan er úr 22% í Portugal til 57% í Ungarn.
Í 13 av 37 ESPAD londum hava í minsta lagi helvtin av næmingum roynt e-sigarettir. Harafturímóti boða færri enn ein triðingur av næmingum í seks londum (Portugal, Malta, Ísland, Norðurmakedonia, Montenegro og Írland) frá lívsnýtslu.

Sum heild boða gentur (46%) frá hægri nýtslu av e-sigarettum í lívinum enn dreingir (41%), undantikið í Kosovo, Georgia, Moldova, Føroyum, Norðurmakedonia, Ukraina og Portugal. Størsti munurin á kynunum er í Liktinstein og á Malta, har nýtslan millum gentur er 13 prosentstig hægri enn hjá dreingjum. Í Kosovo boða dreingir hinvegin frá nýtslu, sum er 12 prosentstig hægri enn hjá gentum (51% ímóti 39%).
Í miðal hava 16% av næmingum roynt e-sigarettir, tá tey hava verið 13 ár ella yngri. Hægsti prosentpartur er í Estlandi (33%) og Litava (31%), og lægsti er í Portugal (5,4%) og Montenegro (7,4%). Nýtsla av e-sigarettum tíðliga í lívinum er vanligari hjá gentum enn hjá dreingjum í flestu londum, og størstu munirnir eru skrásettir í Estlandi (gentur 37% og dreingir 29%), Lettlandi (34% ímóti 27%) og Írlandi (18% ímóti 12%). Dreingir í Kosovo boða hinvegin frá nýtslu, sum er 12 prosentstig hægri enn hjá gentum (25% samanborið við 13%).
Ein stórur partur av næmingunum (60%) halda, at e-sigarettir eru rættiliga lættar ella sera lættar at fáa fatur á, um tey hava hug, og stórur munur er á ymsu londunum við 33% í Kosovo og 82% í Danmark. Í 20 londum er henda fatanin yvir miðal, har í minsta lagi 60% av næmingum halda, at e-sigarettir eru lættar at fáa fatur á. Sum heild eru dreingir og gentur rættiliga samd um, hvussu atkomuligt er.
Núverandi nýtsla av e-sigarettum, ásett sum nýtsla seinastu 30 dagarnar, hava 22% av næmingum boðað frá (19% hjá dreingjum og 25% hjá gentum). Lægstu tølini eru skrásett í Portugal og Føroyum (bæði 6,4%) og á Malta (10%), meðan hægstu tølini av nýtslu av e-sigarettum eru skrásett í Póllandi (36%) og Serbia (34%).
Daglig nýtsla av e-sigarettum er ymisk millum lond og fer úr 1,5% í Føroyum upp í 20% í Póllandi. Í 22 londum er daglig nýtsla av e-sigarettum munandi hægri millum gentur, meðan hon bert í tveimum londum, Kosovo (7,7% samanborið við 5,8%) og Georgia (4,2% samanborið við 1,2%), er hægri millum dreingir.
Tíðarrákið: hvørjar broytingar eru frá 2019 til 2024
Ein týðilig øking í útbreiðslu og eftirspurningi av e-sigarettum hevur verið seinasta tíggjuáraskeiðið, og flestu ESPAD londini boða frá øking síðan 2019.
Dáta úr 32 londum, sum hava savnað upplýsingar um nýtslu av e-sigarettum í bæði 2019 og 2024, vísir á, at nýtsla er økt úr 41% í 43%, meðan núverandi nýtsla fór úr 14% í 22% í hesum tíðarskeiði. Av 32 londum boðaðu 11 frá einum lægri prosenttali av nýtarum fyri eitt heilt lív, meðan størsta skerjingin varð skrásett í Monako (úr 63% niður í 44%), Ukraina (úr 51% niður í 37%) og Litava (úr 65% niður í 51%). Sjónligasta økingin av nýtslu av e-sigarettum vóru í Serbia (úr 18% upp í 51%) og Grikkalandi (úr 35% upp í 52%).
Eitt líknandi rák var sjónligt í núverandi nýtslu av e-sigarettum, og serlig lækking var í Monako og Litava, meðan størri økingar vórðu skrásettar í Serbia (29 prosentstig) og Kroatia (20 prosentstig).
Nýtsla av rúsdrekka

Nýtsla av rúsdrekka onkuntíð í lívinum er boðað frá av 73% av ungum í ESPAD londum. Sambært tølunum er útbreiðslan størst í Ungarn (91%) og Danmark (90%), meðan lægsta er skrásett í Kosovo (29%) og Íslandi (41%). Munur á kynunum vísir á eitt sindur størri nýtslu millum gentur (74%) enn millum dreingir (72%), ein gongd sum sæst í meira enn helvtina av londunum. Mest eyðsýndi munurin millum kynini er í Íslandi (48% ímóti 34%), Lettlandi (84% ímóti 73%) og í Litava, á Malta og í Monako, har 10 prosentstig eru á muni. Hetta rákið er tó øvut í summum londum, serliga í Kosovo (37% hjá dreingjum samanborið við 23% hjá gentum).
Í miðal hava 33% av ESPAD næmingum boðað frá, at tey hava roynt sín fyrsta rúsandi drykk, tá tey vóru 13 ár ella yngri, sum er at síggja sum tíðliga byrjan at drekka. 8% siga seg hava verið full í hesum sama aldri. Hægstu tøl fyri drykkjuskapi á ungum aldri eru skrásett í Georgia (64%) og Moldova (49%), meðan tey lægstu eru í Íslandi (12%), Kosovo og Noregi (14%). Fólk sum hava verið full á ungum aldri er somuleiðis mest vanligt at síggja í Georgia (25%) og Bulgaria (14%), meðan tað er óvanligast í Kosovo (3%), Fraklandi og Portugal (3,6%) og í Føroyum (3,9%).
Tølini hjá dreingjum er hægri enn hjá gentum, bæði fyri at royna rúsdrekka (34% ímóti 33%) og at drekka seg full (8,2% ímóti 7,8%). Í sambandi við rúsdrekkanýtslu sum 13 ára gomul ella yngri, veksur munurin millum kynini og vísir størri nýtslu millum dreingir, eitt nú í Norðurmakedonia (35% samanborið við 22%), Montenegro (47% samanborið við 36%) og Serbia (49% samanborið við 37%). Í Lettlandi og Litava eru tað harafturímóti gentur, sum vísa hægru nýtslu (ávikavist 46% samanborið við 35% og 35% samanborið við 26%). Viðvíkjandi fyllskapi á ungum aldri er eisini munur á kynum í teimum ymisku londunum. Serliga í Georgia, har nýtslan hjá dreingjum er størri enn hjá gentum (30% ímóti 20%). Hetta mynstrið er øvut í Kekkia (14% millum gentur samanborið við 7,6% millum dreingir) og Estlandi (14% samanborið við 9,3%).
Tríggir av fýra ESPAD næmingum (75%) halda, at rúsandi drykkir eru rættiliga lættir ella sera lættir at fáa fatur á. Henda fatanin er vanligast í Danmark og Týsklandi (94%), og síðan í Grikkalandi (92%), meðan boðað frá er, at óvanligast er í Kosovo (42%) og Íslandi (54%). Sum heild halda gentur, at rúsdrekka er lætt at fáa fatur á í mun til dreingir (77% ímóti 73%), serliga í Litava (64% ímóti 51%), á Kýpros (78% ímóti 66%) og í Lettlandi (74% ímóti 62%).
Núverandi nýtsla av rúsdrekka, ásett sum nýtsla seinastu 30 dagarnar, er boðað frá av 42% av næmingum. Hægsta nýtslan er í Danmark (68%) og Týsklandi (62%), meðan lægsta skrásetta er í Íslandi (12%) og Kosovo (14%). Núverandi nýtsla av rúsdrekka er eitt sindur hægri millum gentur (43% samanborið við 41%), og størstu kynsgap eru at finna í Lettlandi (35% ímóti 25%), á Malta (42% ímóti 33%) og í Ukraina (45% ímóti 36%). Tó er hetta mynstrið ikki tað sama á Kýpros, har nýtslan hjá dreingjum er størri enn hjá gentum (49% samanborið við 35%).
13% av øllum ESPAD næmingum hava boðað frá, at tey hava verið full í minsta lagi eina ferð seinastu 30 dagarnar. Hægstu tølini eru skrásett í Danmark (36%), Eysturríki (24%) og Ungarn (22%), meðan tey lægstu eru skrásett í Kosovo (4,9%). Sum heild eru prosentpartarnir eins millum kynini. Tó vísir tað seg á landsstigi, at gentur oftari eru fullar enn dreingir, og størsti munurin millum kynini er skrásett á Kýpros (12% hjá gentum samanborið við 4,4% hjá dreingjum).
Eitt lyklamál fyri at drekka nógv er “bingjudrekking”, sum er ásett við drekking av fimm ella fleiri rúsandi eindum til sama høvi seinastu 30 dagarnar. Í miðal er nýtslan í ESPAD londum 31%, har nýtslan er hægri í Danmark (55%), Týsklandi (49%) og Eysturríki (48%), meðan lægsta nýtslan er í Íslandi (8,9%). Í miðal eru tølini hjá dreingjum og gentum nærum eins í hesum nýtslumynstri. Tó stinga sjónligir munir seg upp millum kynini á landsstigi: nýtslan hjá dreingjum er hægri í Montenegro (27% ímóti 18%) og Liktinstein (41% ímóti 35%), og nýtslan hjá gentum er hægri á Malta (34% ímóti 25%).
Tíðarrákið: hvørjar broytingar eru frá 1995 til 2024
Frá 1995 til 2024 hevur lívsnýtsla í ESPAD londum verið minkandi, frá 88% til 74%, tó við nøkrum sveiggjum. Nýtslan var hægst við 91% í kanningini frá 2003, áðrenn hon minkaði árini eftir. Hóast hesi tølini ikki eru regluliga tøk fyri øll lond síðan 1995, so var minkingin sjónligast í Íslandi (úr 79% niður í 41%) og Svøríki (úr 89% niður í 56%). Gongdin hjá dreingjum og gentum fylgir eitt líknandi mynstur.
Rúsdrekkanýtsla seinastu 30 dagarnar er eisini minkað millum fyrstu og seinastu kanningarnar hjá ESPAD, úr 55% niður í 43%. Hetta rákið endurspeglast í minkingini av nýtslu eitt heilt lív, har nýtslan var hægst, 63%, í 2003. Sjónligastu minkingar eru skrásettar í Íslandi (úr 56% niður í 12%), Írlandi (úr 66% niður í 35%) og Finnlandi (úr 57% niður í 27%).
Viðvíkjandi høgu tíðarbundnu rúsdrekkanýtsluni, hóast hon er minkað úr 36% niður í 30% í eitt tretivuáraskeið, tá kanningar hava verið, so var nýtslan hægst, 42%, í 2007 eftir økta nýtslu síðan 1995. Henda gongdin er eyðsæð hjá bæði dreingjum og gentum. Hjá dreingjum var nýtslan í hæddini fyrst (47% í 2003), og hon helt fram til 2007, meðan skrásetta nýtslan var í hæddini hjá gentum, 38%, í 2007. Tó er yvirskipaða minkingin millum gentur frá 1995 til 2024 tilsamans bert eitt prosentstig.
Ólóglig nýtsla av rúsevnum

Í miðal hava 13% av ESPAD næmingum boðað frá, at tey hava nýtt ólóglig rúsevni í minsta lagi eina ferð í lívinum. Prosentparturin av teimum, ið hava roynt ólóglig rúsevni í lívinum, er sera skiftandi í ESPAD londunum. Hægstu tølini eru at finna í Liktinstein (25%) og Kekkia (24%), og lægstu tølini eru í Georgia og Moldova (bæði 3,9%).
Yvirskipað er bert ein lítil munur á kynunum, har 14% av dreingjum og 12% av gentum hava boðað frá nýtslu av ólógligum rúsevnum onkuntíð í lívinum. Ein lutfalsliga stórur munur, 8 prosentstig, er millum dreingir og gentur í Ukraina. Malta líkist frá, har talið av gentum, sum onkuntíð í lívinum hava roynt tað, er 6 prosentstig hægri enn hjá dreingjum (15% ímóti 9,3%).
Tá hugt verður at einstøkum evnum, er kannabis mest nýtta rúsevnið (12% lívsnýtsla), og aftan á koma kokain (2,3%), ecstasy/MDMA (2,1%), LSD ella annað evni, ið elvir til sanshvørving (1,8%) og amfetamin (1,8%). Nýtsla onkuntíð í lívinum av methamfetamin, krakkkokaini, heroini og GHB lægri, umleið 1% fyri hvørt rúsevni. Í miðal eru nýtslutølini onkuntíð í lívinum hægri hjá dreingjum enn hjá gentum fyri hvørt evni.
Á landsstigi liggur nýtsla av amfetamini ímillum 0,7% í Georgia og Monako til 4,3% í Ungarn, meðan nýtsla av methamfetamin liggur ímillum 0,5% í Monako og Norðurmakedonia til 3,1% í Póllandi. Í ESPAD londum er tað á Kýpros, at hægsta nýtslan onkuntíð í lívinum av LSD ella annað evni, ið elvir til sanshvørving (6,8%) og kokain (6,2%) er skrásett. Sama við nýtslu av ecstasy/MDMA (4,7%), krakkkokaini og heroini (bæði 4,1%) og GHB (3,4%).
Ólóglig nýtsla av rúsevnum; annað enn kannabis
Størsti prosentpartur av nýtslu av ólógligum rúsevnum stendst av kannabis, meðan nýtslan av øðrum ólógligum rúsevnum er munandi lægri, 5%. Á landsstigi eru tølini ymisk úr 1,7% í Georgia upp í 9,9% á Kýpros, og lutfalslig stór nýtsla er eisini skrásett í Íslandi (7,9%) og Montenegro (7,6%). Í miðal er nýtslan hjá dreingjum hægri enn hjá gentum (5,4% ímóti 4,5%).
Nýtslutalið av kokaini/krakk í aldrinum 13 ella yngri er 0,9% í miðal í teimum 17 londunum, sum savnaðu inn hesar upplýsingar í 2024, og hægsta nýtslan varð skrásett í Ukraina (4%). Í miðal er meira sannlíkt, at dreingir (1,2%) byrja á ungum aldri í mun til gentur (0,5%), hóast munurin á miðaltalinum er minni enn eitt prosentstig. Líknandi mynstur eru at síggja við amfetamin/methamfetamin og ecstasy/MDMA, har hægstu tølini eru skrásett í Ukraina (ávikavist 3,3% og 3,7%) og í Kosovo eru næsthægstu nýtslutølini (1,4% fyri bæði).
Hildna atgongdin fyri ólóglig rúsevni, annað enn kannabis, er lutfalsliga lág. Í miðal boða 13% av næmingum frá, at kokain er lætt atkomiligt, ecstasy/MDMA 11%, amfetamin 9% og bæði krakkkokain og methamfetamin næstan 8%.
Tað eru stórir munir millum londini í sambandi við, hvussu lætt tað er at fáa fatur á rúsevni. Í Noregi eru fleiri næmingar, ið halda, at rúsevni eru løtt at fáa fatur á, við hægst tøl fyri kokain (28%), ecstasy/MDMA (25%) og amfetamin (19%). Hildna, hugsaða atgongdin av krakk er hægst í Slovenia (13%) av teimum 16 londunum, sum hava savnað upplýsingar um hetta. Tølini fyri hildnari atgongd eru eisini høg fyri bæði amfetamin (18%) og methamfetamin (15%) í Montenegro. Harafturímóti er hildna atgongdin av øðrum ólógligum rúsevnum framvegis lág í Georgia, Moldova og Føroyum, sum heild millum 1,8% og 3,6%.
Dreingir halda sum heild, at tað er lættari at fáa fatur á rúsevnum í mun til gentur, uttan tá hugt verður at kokaini, sum gentur (13%) halda er lættari atkomiligt í mun til dreingir (12%). Fyri hvørt evni er munurin millum kynini undir 1,5 prosentstig. Tó eru munir millum kynini í teimum ymisku londunum og evnunum. Í summum londum, eitt nú Liktinstein og Monako, boða fleiri dreingir enn gentur frá, at ólóglig rúsevni eru atkomilig meðan tað er øvut í øðrum londum, eitt nú Kýpros, Slovakia, Bulgaria og Malta, har fleiri gentur boða frá tí sama.
Tíðarrákið: hvørjar broytingar eru frá 1995 til 2024
Sum heild er nýtsla av ólógligum rúsevnum onkuntíð í lívinum økt millum 1995 og 2003. Síðan 2003 hevur miðal útbreiðslan verið støðug, 19%, inntil 2015, tá hon minkaði í 17% í 2019 og longur niður í 14% í 2024.
Nøkur lond, sum hava víst eina áhaldandi øking í fleiri dátuinnsavningum hjá ESPAD, eru Noreg, har tølini eru vaksin síðan 2011, og Montenegro, har tølini støðugt eru vaksin síðan 2007, tá ið dátuinnsavning hjá ESPAD byrjaði har.
Millum 1995 og 2019 hevur gongdin hjá gentum og dreingjum verið nakað tann sama, og miðaltalið hjá gentum hevur verið 5 til 6 prosentstig lægri enn hjá dreingjum. Millum 2019 og 2024 smalkaði gapið tó til ein metlágan mun, sum var 2 prosentstig. Tá hugt verður at einstøkum londum, er gongdin hjá dreingjum og gentum í flestu ESPAD londunum annaðhvørt javnsett ella samanrennandi.
Nýtsla av ólógligum rúsevnum uttan kannabis var í hæddini í 2007 við eini lítlari lækking inntil 2019, og síðan hevur verið støðugt. Henda yvirskipaða gongdin tekur tó ikki atlit til øll frávik í einstøkum londum. Serliga á Kýpros hevur ein munandi stór hækking verið síðan 2003, tá ið dátuinnsavning hjá ESPAD byrjaði har.
Henda gongdin í prosentpartinum av næmingum, sum hava nýtt ólóglig rúsevni, onnur enn kannabis, er nøkulunda eins hjá dreingjum og gentum, har ið prosentstigið hjá gentum áhaldandi hevur verið 1 til 2 stig lægri í øllum árum, kanningar eru gjørdar.
Nýtsla av kannabis

Kannabis er framvegis mest nýtta ólógliga rúsevnið í øllum ESPAD londum. Í miðal hava 12% av næmingum boðað frá, at tey hava nýtt kannabis í minsta lagi eina ferð í lívinum. Hægsta atgongdin er í Kekkia (24%) og Litava (23%), meðan lægsta er í Georgia (3,3%) og Moldova (2,5%). Hóast munurin millum kynini sum heild er minkaður gjøgnum tíðina, so er nýtslan av kannabis hjá dreingjum hægri enn hjá gentum í miðal (13% ímóti 11%). Henda gongdin er eyðsæð í flestu londum, serliga í Ukraina (15% ímóti 6,7%) og Montenegro (13% ímóti 6,8%). Malta er tó eitt undantak, har nýtsla av kannabis er vanligari millum gentur (14%) enn millum dreingir (8,6%).
Í miðal boða 2,4% av ESPAD næmingum frá, at tey hava nýtt kannabis fyri fyrstu ferð sum 13 ára gomul ella yngri. Hægstu tølini eru skrásett í Ukraina (4,9%) og Kekkia (4,1%). meðan tey lægstu eru í Moldova (0,7%). Nýtsla av kannabis á ungum aldri er sum heild meira vanligt millum dreingir enn gentur. Undantøk eru Kýpros, Kekkia, Malta, Slovenia, Eysturríki, Slovakia, Lettland og Liktinstein.
Kannabis verður sæð sum mest atkomuliga ólógliga rúsevnið, og umleið ein fjórðingur av ESPAD næmingum (26%) heldur, at tað er rættiliga lætt ella sera lætt at fáa fatur á. Fatanin um, hvussu tøkt tað er, er hægst í Danmark, Týsklandi og Slovenia (41%) og Noregi (40%). Hinvegin er sama fatan lægst í Moldova (5,3%), Ukraina (7,1%), Føroyum (11%), Kosovo og Georgia (12%). Sum við nýtslumynstrum, so eru dreingir meira sannlíkir enn gentur at halda, at kannabis er lætt at fáa fatur á (28% ímóti 24%).
Viðvíkjandi núverandi nýtslu, so boða øll ESPAD londini frá tølum lægri enn 10%, og lægstu tølini, undir 2%, eru skrásett í Moldova, Georgia, Rumenia og Føroyum. Nýtslan er hinvegin hægri í Italia og Slovenia (8,6%) og Liktinstein (9,6%). Har munur er millum kynini, so eru tað aftur dreingir, ið boða frá hægri nýtslu av kannabis í mun til gentur.
ESPAD metir eisini um vandamikla nýtslu av kannabis við eini greining, sum eitur Cannabis Abuse Screening Test (CAST), ið verður brúkt til næmingar, sum hava boðað frá, at teir hava nýtt kannabis seinasta árið. Útbreiðsla av vandamiklari nýtslu er úr 1% í Moldova og Georgia til tað hægsta, 5,9%, í Kekkia og Slovenia. Tað eru bert fá ESPAD lond, sum boða frá stórum munum millum kynini, tá tað snýr seg um vandamikla nýtslu av kannabis, og í nærum øllum førum eru tølini hjá dreingjum hægri. Undantakið er á Malta, har útbreiðslan er eitt sindur hægri millum gentur (4,4 % ímóti 2,6%).
Tíðarrákið: hvørjar broytingar eru frá 1995 til 2024
Seinasta tretivuáraskeiðið eru sjónlig sveiggj í nýtsluni av kannabis millum ung í Evropa. Nýtsla av kannabis onkuntíð í lívinum var í hæddini við 18% í 2003 og 2011, men síðan er prosenttalið minkað, og tað fór niður í 12% í 2024, sum er tað lægsta skrásetta talið, síðan ESPAD byrjaði í 1995.
Núverandi nýtsla av kannabis hevur verið lutfalsliga støðug gjøgnum tíðina við sveiggjum millum 6,7% og 7,4% frá 1999 til 2019. Upplýsingar frá 2024 vísa tó eina lækking niður í 5%, sum er um sama stigið, ið varð skrásett í 1995 (4,1%).
Hóast atgongdin til kannabis hevur verið støðugt vaksandi inntil 2019, tá 33% av næmingum hildu, at tað var rættiliga lætt ella sera lætt at fáa fatur á, so er hetta talið farið niður í 27% í 2024, sum nærkast stigið, ið varð skrásett í 1995 (26%).
Nýtsla av øðrum rúsevnum
Kanningin hevur eisini savnað upplýsingar um onnur evni, m.a. nýggjar heilivágir, ið ávirka sinnið (NPS); eftirgjørd (syntetisk) evni, sum eru gjørd til at spegla ávirkanina hjá vanligum kontrolleraðum evnum, sum ikki eru løgliga avmarkað; heilivágur, íroknað sissandi ella doyvandi evni, nýtt uttan ávísing frá lækna; pínustillandi heilivágur, sum verður brúktur rúsandi; heilivágur til árvakni/ovurvirkni (hyperaktivitet), sum verður nýtt uttan ávísing frá lækna, og uppbyggjandi steroidir; heilivágur at anda í seg, og, fyri fyrstu ferð, láturgass (nitrous oxide).
Millum ESPAD næmingar er nýtslan av NPS í miðal umleið 3%, og hægstu tølini eru skrásett í Póllandi (6,4%) og Slovenia (6%), meðan lægstu tølini eru í Hollandi, Liktinstein, Føroyum og Moldova (minni enn 1%).
Nýtslan av NPS er í miðal eitt sindur hægri hjá dreingjum enn hjá gentum (2,8% ímóti 2,6%), hóast kynsmunur er ymiskur millum lond. Í 13 londum var nýtslan av NPS onkuntíð í lívinum hægri hjá gentum í 2024. Størstu munirnir, har nýtslan var hægri hjá gentum, eru skrásettir á Kýpros (6,6% hjá gentum samanborið við 2,9% hjá dreingjum) og í Slovakia (6,4% ímóti 4,3%), meðan nýtslan hjá dreingjum í Ukraina var hægri enn hjá gentum (3,6% ímóti 2%).
Viðvíkjandi ávísum evnum, boðaðu 3,5% av ESPAD næmingum (miðaltal grundað á upplýsingar úr 23 av 37 londum) frá, at tey høvdu nýtt eftirgjørt kannabis í minsta lagi eina ferð í lívinum, við sveiggjum úr 0,7% í Georgia upp í 16% í Slovakia. Á sama hátt boðaðu 1,1% av næmingum frá, at tey onkuntíð í lívinum høvdu nýtt eftirgjørt cathinon (miðaltal grundað á útrokningar í 14 av 37 londum), og hægstu tølini vórðu skrásett í Ungarn (3,7%). Nýtslan av eftirgjørdum opioidum onkuntíð í lívinum eru ójøvn, úr 0,6% í Georgia, Írlandi og Portugal upp í 2,2% í Estlandi, og miðal útbreiðslan er 1,1% (grundað á upplýsingar í 15 av 37 londum).
Nýtslan hjá dreingjum er í miðal eitt sindur hægri enn hjá gentum, tá hugt verður at øllum trimum sløgum av nýggjum eftirgjørdum evnum, sum eru íroknað í kanningini. Einastu undantøkini eru á Kýpros, har gentur (9,1%) boða frá hægri nýtslu av eftirgjørdum kannabis í mun til dreingir (4,3%), Malta (4,7% hjá gentum samanborið við 2,4% hjá dreingjum), í Lettlandi (2,9% ímóti 2,6%) og Portugal (2,1% ímóti 1,7%). Afturat hesum boða gentur í Ungarn frá hægri nýtslu onkuntíð í lívinum av bæði eftirgjørdum kannabis (7,9% samanborið við 5.6% hjá dreingjum) og eftirgjørdum cathinon (4,3% ímóti 2,9%).

Nýtsla onkuntíð í lívinum av heilivági at anda í seg er í miðal 6,4%, og munurin millum londini er stórur. Hægstu tølini eru í Svøríki (17%) og Liktinstein(16%), meðan lægstu tølini eru skrásett í Kosovo (1,3%) og Norðurmakedonia (2,1%). Í 2024 var nýtsla av heilivági at anda í seg í miðal hægri hjá gentum (6,7% hjá dreingjum og 7,9% hjá gentum), og hon er størri hjá gentum enn hjá dreingjum í 25 av 37 ESPAD londum. Fyri fyrstu ferð er nýtsla av láturgassi kannað millum ESPAD næmingar í 18 londum, har tað í miðal vóru 3,1%, ið boðaðu frá, at tey hava roynt tað onkuntíð í lívinum. Mest útbreitt er tað í Bulgaria (9,4%) og Liktinstein (7,2%), og í báðum londunum eru tølini hægri hjá gentum enn hjá dreingjum.
Umleið 2,2% av ESPAD næmingum boða frá, at tey hava roynt heilivág at anda í seg fyri fyrstu ferð, tá tey vóru 13 ár ella yngri, og sjónlig sveiggj eru millum lond. Byrjan av nýtslu av heilivági at anda í seg á ungum aldri fer úr minni enn 1% av næmingum í Portugal (0,3%) og Italia (0,4%) til 5% ella hægri í Týsklandi (5,9%) og Slovenia (5%).
Nýtsla onkuntíð í lívinum av heilivági til ikki-læknalig endamál er í miðal 14% í ESPAD londum, og tølini hjá gentum (16%) er hægri enn hjá dreingjum (11%). Hægsta nýtslan er skrásett í Litava (29% sum heild, 36% hjá gentum).
Í ymisku bólkunum av heilivági eru tey mest nýttu sissandi ella doyvandi evni, sum ikki eru ávíst av lækna (8,5%), og síðan pínustillandi heilivágur, sum verður brúktur rúsandi, sum er skrásettur av 6,9% av næmingum í miðal. Sum heild hava 3,4% av næmingum boðað frá nýtslu av heilivági til árvakni/ovurvirkni, sum eru íroknað í kanningini hjá ESPAD frá 2024 fyri fyrstu ferð við royndum úr 18 londum. Í øllum bólkum er nýtsla av heilivági sum heild hægri hjá gentum. Undantøk eru í Bulgaria, har nýtslan av øllum sløgum av heilivági er hægri hjá dreingjum; sissandi og doyvandi evni í Føroyum og Írlandi; pínustillandi heilivágur á Kýpros, í Bulgaria, Grikkalandi, Italia, Ukraina, Georgia, Noregi og Spania; heilivágur til árvakni/ovurvirkni í Danmark og Kosovo.
Í miðal eru 19% av næmingum, ið halda, at sissandi og doyvandi evni, ið ikki eru ávíst av lækna, eru rættiliga løtt ella sera løtt at fáa fatur á, og hægst er hildna atgongdin í Póllandi (49%), Danmark (39%) og Kekkia (38%). Lægsta hildna atgongdin til heilivág er skrásett í Moldova (3,4%) og Ukraina (5,9%). Gentur í nærum øllum londum eru sannlíkari at halda, at sissandi og doyvandi evni eru løtt at fáa fatur á, uttan í Monako, Norðurmakedonia, Moldova og Lettlandi, har talið av dreingjum er hægri.
Ein lutfalsliga lítil nøgd av næmingum í ESPAD londum boða frá nýtslu av uppbyggjandi steroidum, í miðal 1,5%. Hægsti prosentpartur er skrásettur á Kýpros (4,2%) og síðan í Póllandi (3,3%) og Ukraina (2,8%). Sum heild er tað meira sannlíkt, at dreingir hava roynt uppbyggjandi steroidir.
Tíðarrákið: hvørjar broytingar eru frá 1995 til 2024
Nýtsla onkuntíð í lívinum av heilvági at anda í seg millum ung í Evropa hækkaði inntil 2011, og hon er síðan minkað. Nú líkjast tølini teimum, sum vórðu skrásett mitt í 1990’unum. Munurin millum kynini, sum var sjónligur millum 2011 og 2019, vaks í 2024, og í flestu londunum er nýtsla av heilivági at anda í seg størri millum gentur. Tó eru rákini ymisk í ESPAD londum. Meðan summi lond, eitt nú Bulgaria, Finnland, Ísland, Italia og Svøríki boða frá hækkandi nýtslu av heilivági at anda í seg síðan 2011, serliga millum 2019 og 2024, so eru onnur lond, t.d. Kroatia, Kekkia, Estland, Lettland og Portugal, sum boða frá minkandi nýtslu.
Ymiskar gongdir í nýtslu av heilivági, sum verður nýttur í ikki-læknaligum sambandi, eru ofta myndaðar av broytingum í sløgunum av heilivági, sum eru íroknað. Sum heild er nýtsla onkuntíð í lívinum av sissandi og doyvandi evni í Evropa vaksandi hjá bæði dreingjum og gentum. Sjónligar hækkingar í nýtslu eru skrásettar í Eysturríki, Týsklandi, Íslandi, Litava, Noregi, Svøríki og Ukraina. Gentur hava støðugt boðað frá hægri heilivágsnýtslu gjøgnum tíðina.
Pengaspæl (gambling)

Í miðal hava 23% av ESPAD næmingum boðað frá, at tey hava spælt fyri pengar seinastu 12 mánaðirnir, antin persónliga ella á netinum. Hetta ígjøgnum eydnuspøl eitt nú spæliautomatir, kort- ella terningaspøl, happadráttir umframt ítróttavedding ella vedding á djórakapprenning.
Í Italia er útbreiðslan av pengaspæli størst millum næmingar (45%)- Síðan koma Ísland (41%) og Grikkaland (36%), meðan lægstu tølini eru skrásett í Georgia (9,5%).
Munandi fleiri dreingir taka lut í pengaspæli í mun til gentur, bæði í miðal (29% samanborið við 16%) og í flestu londum. Einasta undantakið er í Íslandi, har útbreiðslan er nærum eins. 42% av dreingjum og 41% av gentum hava har spælt um pengar seinastu 12 mánaðirnir.
Millum ESPAD næmingar, ið hava boðað frá, at tey hava spælt um pengar seinasta árið, hevur meginparturin (85%) valt at spæla úti á fysiskum støðum, eitt nú á barrum ella klubbum. Hesin prosentpartur fer úr 68% í Svøríki upp í 98% í Italia og 97% á Kýpros. Hóast útbreiðslan av landgrundaðum pengaspæli millum dreingir næstan er tvífaldað samanborið við gentur (25% ímóti 14%), so er prosentparturin, ið spældi um pengar fysisk støð eitt sindur hægri hjá gentum (86%) í mun til dreingir (84%) í miðal, og bara lítil munur er á kynum í flestu londum.
Umleið tveir triðingar (65%) av ESPAD næmingum, sum hava boðað frá, at tey hava spælt um pengar seinasta árið, gjørdu tað á netinum. Annaðhvørt einans tað ella ein blanding av tí og fysisk støð. Hægstu prosentpartar eru skrásettir í Svøríki (81%), Slovenia (77%), Kosovo (76%), Íslandi (75%), Montenegro (75%), Bulgaria og Slovakia (bæði 74%), meðan lægstu prosentpartar eru í Italia (28%) og Spania (44%). Útbreiðslan av pengaspæli á netinum hjá dreingjum (20%) er meira enn tvífaldað so høg sum hjá gentum (8,7%). Sjálvt millum næmingar, sum hava boðað frá, at tey hava spælt um pengar seinasta árið, er prosentparturin av teimum, sum valdu at gera tað á netinum, hægri hjá dreingjum (70%) enna hjá gentum (54%). Í mun til landgrundað pengaspæl, er sera óstøðugt millum kynini í ymiskum londum: størsti munurin er í Portugal (80% dreingir ímóti 43% gentur), meðan eingin ella lítil munur er at síggja í Norðurmakedonia, Kosovo, Moldova, Íslandi, Spania, Týsklandi og Liktinstein.
ESPAD metir eisini um møguleikan fyri vandamikið pengaspæl við royndini lygn/vedding (Lie/Bet), sum verður nýtt á næmingar, sum hava boðað frá, at tey hava spælt um pengar seinasta árið. Prosentparturin av næmingum, ið spæla um pengar á vandamiklan hátt, fer úr minni enn 5% í Liktinstein, Kekkia, Føroyum og Monako upp í 22% í Kosovo, sum er hin hægsti. Meðan tað í nógv teimum flestu londunum, eru dreingir, ið møguliga spæla um pengar á vandamiklan hátt (11% samanborið við 4,6% hjá gentum), er tað ikki so á Malta (7,1% samanborið við 3,7%) og Kýpros (8,3% samanborið við 5%).
Tíðarrákið: hvørjar broytingar eru frá 2015 til 2024
Hóast fleiri evropeisk lond hava tikið í nýtslu strangari veddingarreglur seinastu árini, serliga við tí fyri ætlan at verja ómyndingar, so hevur útbreiðslan av pengaspæli millum ung í Evropa verið støðug, síðan ESPAD byrjaði at kanna hetta málið í 2015. Sjónligar broytingar hava tó stungið seg upp gjøgnum tíðina.
Luttøkan hjá dreingjum í pengaspæli er minkað eitt sindur, úr 32% í 2015 niður í 30% í 2024, meðan hon vaks eitt sindur hjá gentum, úr 14% upp í 16% í sama tíðarskeiði.
Pengaspæl á netinum er vaksið nógv, og útbreiðslan er økt úr 7,9% í 2019 upp í 14% í 2024. Munurin millum kynini í pengaspæli á netinum er javnur, men luttøkan hjá dreingjum vaks við meir enn eini helvt (úr 13% í 2019 upp í 20% í 2024) og trífaldaðist hjá gentum (úr 2,7% í 2019 upp í 8,7% í 2024).
Prosentparturin av næmingum, ið spæla um pengar á vandamiklan hátt, er øktur sjónliga, næstan tvífaldaður, úr 4,7% í 2019 upp í 8,5% í 2024. Hesin prosentparturin er nógv hægri hjá dreingjum, men vøksturin er meira eyðsýndur hjá gentum.
Hesi tølini vísa á eina mynd av pengaspæli millum ung, sum er í broyting, serliga tann størri leikluturin av pengaspæli á netinum og mennandi kynsdynamikkir, sum gera, at tað er neyðugt við áhaldandi eftirliti og tillagaðum tiltøkum.
Telduspøl og sosialir miðlar

Sum heild hava 80% av ESPAD næmingum boðað frá, at tey hava spælt telduspæl í minsta lagi eina ferð seinasta mánaðin. Umleið 70% hava spælt ein vanligan skúladag seinastu 30 dagarnar, meðan 77% hava spælt á einum frídegi. Í ESPAD londunum er útbreiðslan av telduspæli seinasta mánaðin lægst í Kosovo (59%) og Moldova (66%), meðan hægstu tølini eru skrásett í Liktinstein (95%) og Týsklandi (91%). Dreingir eru sannlíkari at taka lut í telduspæli í mun til gentur (89% samanborið við 71%), og tað vísir á ein áhaldandi kynsmunur í luttøku í telduspælum í londunum. Hesin munurin er serliga stórur í Grikkalandi og Íslandi, har tað er úr 33 upp í 35 prosentstig, meðan munurin er lítil ella eingin á Kýpros, í Ukraina og Bulgaria (0 til 5 prosentstig).
Seinastu 30 dagarnar hava 17% av øllum ESPAD næmingum boðað frá, at tey hava spælt telduspøl í miðal 4 tímar ella meira á einum vanligum skúladegi, og 32% á einum frídegi. Tølini hjá dreingjum eru tvífaldað í mun til tølini hjá gentum í báðum førum.
ESPAD metir eisini um sjálvsfatanina av váða, sum er tengdur at telduspæli og nýtslu av sosialum miðlum við eini roynd í trimum stigum, sum er gjørd av Holstein og øðrum í 2014. Sambært upphavsfólkunum vísir eitt stigatal á 2 ella 3 á ein stóran váða, sum er tengdur at telduspæli og nýtslu av sosialum miðlum.
Í 2024 fingu 22% av ESPAD næmingum 2–3 stig í hesi váðaroyndini. Tølini eru lægst í Kekkia (12%), Danmark (13%), Eysturríki og Finnlandi (14%), og hægst á Kýpros (37%), í Litava og Hollandi (bæði 31%).
Sum heild er tað meira enn dupult so sannlíkt, at dreingir (30%), í mun til gentur (13%), fáa positivt stigatal í váðaroyndini. Størsti munurin á kynunum er skrásettur í Portugal og Týsklandi, har stigatalið hjá dreingjum er 25–26 prosentstig hægri enn hjá gentum. Hinvegin er munurin heilt lítil á Kýpros (minus 1 prosentstig) og enntá øvutur í Hollandi, har stigatalið hjá gentum er 7 prosentstig hægri enn hjá dreingjum.
Tá hugt verður at nýtslu av sosialum miðlum, so fær nærum helvtin av næmingum (47%) 2–3 stig í váðaroyndini fyri sosialar miðlar. Mest vanligt er í Eysturríki (58%), Liktinstein (57%) og Týsklandi (56%), meðan lægsta skrásetta nýtslan er í Kekkia (29%), Ungarn og Póllandi (bæði 32%).
Gentur (53%) eru sannlíkari enn dreingir (42%) at fáa positivt stigatal í váðaroyndini fyri sosialar miðlar. Í hesum føri er munurin á kynunum ikki líka stórur, úr 3 upp í 17 prosentstig, til fyrimunar fyri gentur. Størstu munir eru í Føroyum, Liktinstein og Slovakia (17%).
Tíðarrákið: hvørjar broytingar eru frá 2015 til 2024
Seinastu úrslitini hjá ESPAD vísa á eina heilt stóra hækking í útbreiðslu av telduspæli millum 16 ára gamlir næmingar gjøgnum tíðina, úr 47% í 2015 upp í 80% í 2024. Henda gongdin er serliga sjónlig millum gentur. Útbreiðslan av telduspæli hjá gentum er meira enn trífaldað, úr 22% í 2015 upp í 71% í 2024. Dreingir vísa størri luttøku í telduspæli, men hækkingin er meira líðandi, úr 71% í 2015 upp í 89% í 2025. Minkandi munurin millum kynini bendir á, at telduspæl, sum í stóran mun hevur verið mannfólkastýrt, er vorðið væl umtókt millum gentur.
Fataði váðin av telduspæli hevur verið rættiliga støðugur, og sum heild eru tøl farin eitt sindur upp, úr 20% í 2015 upp í 22% í 2024. Hjá dreingjum hevur prosentparturin ligið um 30%, meðan hann hjá gentum er farin úr 9,5% í 2015 upp ú 13% í 2024, sum er í samsvari við øktu luttøkuna í telduspæli.
Henda fataða, ivasama nýtslan av sosialum miðlum er hækkað úr 38% í 2015 upp í 47% í 2024 sum heild. Hækkingin var sjónligari millum dreingir, úr 30% upp í 41%, meðan hon millum gentur var støðugt stór og lá ímillum 53–54%.
Sálarlig vælferð

Eftir COVID-19 farsóttina og nú stríð er í Evropa og Miðeystri hevur ESPAD lagt størri dent á sálarligu vælferðina hjá ungum. Varandi ávirkan av sosialari avbyrging, útbúgvingarórógvi og sosiobúskaparliga óvissu hevur elvt til økta stúran viðvíkjandi sálarheilsu hjá ungum.
Fyri at regluliga meta um og hava eftirlit við henda trupulleikan, er vælveruindeksið hjá WHO-5 fyri fyrstu ferð íroknað í 2024 kanningini hjá ESPAD. Tað er eitt góðkent mát av sálarstøðu grundað á nýligar lívsroyndir. Eitt stigatal omanfyri 50 av 100 er tekin um góða sálarliga vælferð.
Í miðal hava 59% av næmingum víst tekin um góða sálarliga vælferð. Hægstu tølini fyri vælferð vórðu skrásett í Norðurevropa, í Føroyum (77%), Íslandi (75%) og Danmark (72%). Landið við lægst sjálvmettari sálarstøðu var Ukraina (43%), har ung síðan 2022 hava verið fyri skelkandi hendingum og skerdari atgongd til sálarheilsurøkt, síðan koma Kekkia (46%), Ungarn (47%), Kýpros og Pólland (49%).
Tað bendir á, at sálarlig vælferð er betri hjá dreingjum enn gentum, bæði í miðal (69% ímóti 49%) og í øllum ESPAD londum. Størstu munir millum kynini vórðu skrásettir í Italia (66% hjá dreingjum og 35% hjá gentum), Póllandi (64% hjá dreingjum og 33% hjá gentum) og Svøríki (78% hjá dreingjum og 48% hjá gentum). Minstu munir millum kynini eru at finna á Kýpros (52% hjá dreingjum og 46% hjá gentum), í Ukraina (48% hjá dreingjum og 39% hjá gentum), Føroyum (83% hjá dreingjum og 72% hjá gentum) og Georgia (75% hjá dreingjum og 62% hjá gentum).
Fyribyrgjandi virksemi

Umleið 72% av ESPAD næmingum hava tikið lut í minsta lagi í einum fyribyrgjandi tiltaki tvey ár fyri kanningina. Hesi tiltøk fevna um tiltøk fyri tilvitsku, sum bara snúgva seg um at útvega kunning, førleikagrundaðar ætlanir, sum leggja dent á samvirknar hættir, ið eru gjørdir til at menna persónligar og sosialar førleikar. Hetta er fyrsta dátuinnsavningin, sum fevnir um kunning av fyribyrgjandi ætlanum, ið útvegar nýtt innlit í luttøkuni hjá ungum til slík tiltøk. Tað er umráðandi at undirstrika, at tað ikki eru øll fyribyrgjandi tiltøk, sum kunnu metast at vera saklig.
Meira enn helvtin av næmingum (56%) hava boðað frá, at tey hava luttikið á tiltøkum fyri tilvitsku ella kunning um lóglig ella ólóglig rúsevni ella vandamiklan atburð. Luttøkutølini eru hægst í Slovakia (77%) og Ungarn (74%), meðan tey lægstu eru í Kosovo (31%) og Montenegro (38%).
Rúsdrekka er mest umtalaða evnið, og 49% av næmingum hava tikið lut í slíkum kunningartiltøkum. Sambært tølunum er tað mest vanligt í Slovakia (70%) og Kroatia (67%), meðan lægsta luttøkan er skrásett í Kosovo (18%).
Tiltøk í sambandi við royking eru næstmest vanlig, har 38% av næmingum hava luttikið. Hægsta luttøkan er skrásett í Slovakia og Ungarn (59%), meðan lægsta luttøkan er á Kýpros (22%) og í Georgia (23%).
Bert 31% av ESPAD næmingum í miðal hava boðað frá luttøku á tiltøkum fyri tilvitsku ella kunning viðvíkjandi ólóglig rúsevni. Luttøkutølini eru hægst í Slovakia (60%) og Íslandi (56%), og lægst í Kosovo (10%), Georgia og Svøríki (bæði 11%).
Minst umtalaðu evnini eru vandamiklir atburðir, sum ikki eru tengdir at rúsevnum, eitt nú pengaspæl, telduspæl ella órógv á netinum, har 28% ESPAD næmingar í miðal hava boðað frá luttøku. Hægstu luttøkutølini eru skrásett í Íslandi og Slovenia (48%), meðan tølini í Kosovo eru lægst (9,4%).
Luttøka á tiltøkum fyri tilvitsku ella kunning er vanligari hjá gentum. Fyri tiltøk í sambandi við pengaspæli, telduspæli ella órógvi á netinum vísir tað seg tó, at dreingir (30%) luttaka oftari enn gentur (24%).
Víðvíkjandi samvirknum venjingarvirksemi, sum er ein týðandi partur av fyribyrgjandi royndum, hava 55% av ESPAD næmingum boðað frá, at tey hava tikið lut í tiltøkum, sum snúgva seg um at menna sosialar og persónligar førleikar ella miðlakunnleika. Á landsstigi liggur luttøkan ímillum 35% í Føroyum, 36% í Svøríki, og 71% á Malta og í Spania og 72% í Finnlandi.
Mest vanliga slagið av venjing snýr seg um sosialar førleikar, 41% í miðal, og hevur til endamáls at styrkja ávirkan og samskifti við onnur (t.d. at vísa kenslur, empati og at fáast við bólkatrýst). Í Finnlandi er luttøkutalið hægst (64%), meðan tað er lægst í Svøríki (25%).
Ein líknandi prosentpartur av næmingum (40%) boða frá luttøku í venjing í miðlakunnleika, sum snýr seg um vandaliga at greina lýsingar og innihald í miðlum fyri at varnast tilætlað boð og minka um viðkvæmi fyri manipulatión. Hesar venjingar vóru mest útbreiddar í Finnlandi (60%) og Danmark (59%) og minst vanligar í Kosovo (20%).
Minst vanliga slagið av venjing leggur dent á at styrkja persónligar førleikar og hjálpir næmingum at megna avbjóðandi støður í lívinum á ein sunnan hátt. Beint yvir ein triðingur av ESPAD næmingum (36%) luttók. Luttøkutølini eru hægst í Litava (56%) og á Malta (55%), og lægst í Føroyum (23%) og Svøríki (bæði 24%).
Yvirskipað er munurin á kynunum at boða frá um luttøku í hesum tiltøkum sjónligari, har 60% av gentum boðaði frá luttøku samanborið við 51% av dreingjum. Hetta mynstrið er afturvendandi í øllum sløgum av venjingum.
Hóast tiltøk um upplýsing og tilvitsku hava lyndi til at vera meira miðsavnað í Eysturevropa, eru fyribyrgjandi tiltøk grundað á førleikar, sum eru mett at hava størri møguleikar fyri virkni samanborið við tiltøk fyri tilvitsku ella kunning, vanligari í Vestur- og Suðurevropa.
Luttakandi lond
Hesi londini luttóku í ESPAD kanningini í 2024:
Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Føroyar, Georgia, Grikkaland, Holland, Italia, Írland, Ísland, Kekkia, Kosovo (1), Kroatia, Kýpros, Lettland, Liktinstein, Litava, Malta, Moldova, Monako, Noreg, Norðurmakedonia, Pólland, Rumenia, Serbia, Slovakia, Slovenia, Spania, Svøríki, Týskland, Ukraina, Ungarn.
Keldutilfar
Tilfarið, sum er brúkt til at framleiða dátumyndir á hesi síðuni, er at finna niðanfyri og í okkara Tilfarslista. Hetta dátusavnið er vart av einum Creative Commons Attribution 4.0 International (CC BY 4.0) loyvi. Í samband við tilvísing, nýtið 'European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs (ESPAD)'.
Um ESPAD
The European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs (ESPAD) er eitt samstarv við sjálvstøðugum granskingarbólkum í fleiri enn 40 evropeiskum londum og tann størsta tvørtjóðaliga granskingarverkætlanin viðvíkjandi rúsevnisnýtslu hjá ungum í heiminum. Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er javnt og samt at savna samanberandi tilfar um rúsevnisnýtsluna hjá 15 og 16 ára gomlum næmingum í so nógvum evropeiskum londum sum gjørligt. EUDA er ein umráðandi samstarvsfelagi í verkætlanini hjá ESPAD.
Tú kanst finna meira kunning á heimasíðuni hjá ESPAD.
Um hesa útgávu
Viðmæld tilvísing: ESPAD Group (2025), Key findings from the 2024 European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs (ESPAD), European Union Drugs Agency, Lisbon, https://www.euda.europa.eu/publications/data-factsheets/espad-2024-key-findings_en
Dátuheiti
HTML: TD-01-25-003-EN-Q
ISBN: 978-92-9408-039-4
DOI: 10.2810/5746644
(1) Henda lýsing er uttan fordómar um serligar støður og er í samsvari við UNSCR 1244/1999 og áskoðanina hjá altjóða dómstólinum um frælsisyvirlýsingina í Kosovo.